Snildtelefonirnar á breddan

24. august 2023

Mikukvøldið 23. august var fartelefonnýtsla í skúlatíðini sett á dagsskránna í Vestmanna skúla. Gitte Klein, sálarfrøðingur, helt fyrilestur fyri foreldrum, starvsfólkum og skúlastýri, um avleiðingarnar av snildtelefonnýtslu í skúlatíð og ov nógvari skýggjanýtslu. Endamálið var at gera nýggjan telefonpolitikk fyri skúlan, soleiðis at telefonin ikki órógvar skúladagin hjá næmingunum.

Breið semja var um at telefonin ikki eigur pláss í skúlanum, og víst varð á, at tað tekur ein stóran part av undirvísingartíðini, sum næmingarnir hava rætt til, at savna tær inn hvønn dag.

Tí hevur skúlin við stuðli frá foreldrafundinum gjørt av at seta fylgjandi reglur í gildi frá mánadegnum 28. august:

Vestmanna skúli er telefonfríur. Tað merkir, at næmingar hava ikki loyvi at nýta telefon á skúlans øki frá kl 7:30-15:30.

Síggja vit telefonir hetta tíðarskeiðið, letur næmingurin læraranum telefonina, og foreldur/verjar kunnu koma eftir telefonini á skrivstovu skúlastjórans ella varaskúlastjórans.

Samstundis kom ynski frá foreldrunum um at gera umstøðurnar hjá næmingunum betri í fríkorterunum, so tað ikki verður so stórur saknur í telefonini.

Hesum tók skúlin fult undir við, og hevur ætlanir um at fáa hetta í lag í samráð við næmingaráðið, sum verður valt 6. septembur.

Deil