Foreldrafundur um fartelefonnýtslu í skúlanum

17. august 2023

Mikukvøldið 23. august verður foreldrafundur um fartelefonnýtslu í skúlatíðini.

Góðu foreldur,

Vit arbeiða fram ímóti, at telefonin ikki skal órógva næmingarnar í undirvísingini. Gransking sigur, at fartelefonin órógvar næmingarnar - eisini um hon liggur í lummanum.

Hetta fara vit at viðgera, og Gitte Klein kemur at leggja okkum lag á við fyrilestri og kjaki. Vit hittast í auluni mikukvøldið kl 19:00-21:00.

Tiltakið er fyri foreldur, starvsfólk og skúlastýrið í Vestmanna skúla. Vit gleða okkum at síggja tykkum, og vóna at vit fáa loyst hetta í felag.

Blíðar heilsanir

Leiðslan og starvsfólkini í Vestmanna skúla

Deil