Fakdagar í juni

02. juni 2023

Komandi viku hava vit fakdagar í Vestmanna skúla.

Í viku 23 eru fakdagar í Vestmanna skúla. Tá eru 1.-7. flokkur í skúla frá kl 8:00-12:35, og fáa næmingarnir øðrvísi undirvísing saman við flokslæraranum og øðrum. Onkur flokkur arbeiðir við verkevni, onkur annar við verkætlan, onkur hevur rokniátak meðan aðrir arbeiða við máli, v.m.

Eisini hava vit sett ein ruddingardag á skrá, og vóna at veður er til tess.

Vit gleða okkum til spennandi og læruríkar dagar.

Deil