Førleikastovan arbeiðir m.a við at samskipa serundirvísing, ráðgeva starvsfólki skúlans í sambandi við lesing, støddfrøði og trivnað. Hon er millumlið millum skúlan og Sernám og umboðar skúlan til fundir við foreldur og avvarðandi myndugleikar.
Førleikastovan luttekur í kanningum innan lesing, orðblindi og støddfrøði.
Tey ið manna førleikastovuna eru lærarar, ið hava tikið serútbúgving innan ávís øki.
Starvsfólk:
Hervør Heinesen, leiðari, serlærari, aktlærari
Tove Jacobsen, serlærari, lesivegleiðari, orðblindalærari
Jakoba Nielsen, støddfrøðivegleiðari
Knýtt at førleikastovuni eru eisini:
AKT-toymið við akt lærarunum: Laila Haldansen, Durita Danielsen, Hervør Heinesen.
Heilsufrøðingurin Morid Meitilberg.
FØRLEIKASTOVAN - tlf. 230103
Teldupostadressa Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.