Bannari

Vikuætlanir

Svimjing

Tað skal vera ein stuttleiki at vitja svimjihylin.

Reglur: 

  1. Tey, sum skulu svimja, skulu vaska sær væl við sápu um allan kroppin, áðrenn farið verður í hylin. 
  2. Svimjiklæðini skulu verða rein. 
  3. Børn undir sjey ár skulu vera saman við vaksnum fólki. 
  4. Tey, sum leiga svimjihylin, hava sjálvi ábyrgdina av trygdini, og at reglugerðin verður fylgd. 
  5. Tey, sum skipa fyri almennari svimjing, hava ábyrgdina av, at reglugerðin verður fylgd, og tey hava somuleiðis ábyrgdina av trygdini hjá teimum sum svimja. 

Tað er ikki loyvt: 

  1. at roykja 
  2. at renna og spæla í hylinum 
  3. at halda gang (rópa, skrála, beistast o.l.) 
  4. at hava luftmadrassur, bóltar, o.t. við sær í hylin 
  5. at hava fløskur, góðgæti og mat við sær inn í svimjihøllina. 

Reglugerð fyri undirvísing í svimjihøllini: 

  1. At lærarin er hjá, tá næmingarnir lata seg úr og fara undir brúsu 
  2. At næmingarnir vaska sær, áðrenn farið verður at svimja 
  3. At hurðarnar inn til svimjihøllina eru læstar til lærarin fer inn við næmingunum at svimja 
  4. At lærarin er í svimjihøllini, tá svomið verður 
  5. At ikki er loyvt at renna í svimjihøllini 
  6. At lop í hylin bert fer fram undir lærarans leiðslu og eftirliti 
  7. At lærarin læsir hurðarnar inn til svimjihøllina, tá liðugt er at svimja 
  8. At lærarin er hjá, tá næmingarnir lata seg í 
  9. At lærarin er seinastur úr umklæðingarhølinum og læsir eftir sær