So er ársins Píka7-blað komið. Hesaferð eru tveir av okkara fittu næmingum á permuni. Tað eru systkinabørnini Ida og Sólva, sum ávikavist ganga í 3. og 2. flokki. Inni í blaðnum greiða tær frá, hvussu tað er at eiga hund.
Ársins fyrsta Strok er eisini komið, og har ber millum annað til at lesa um hvussu Korona hevur ávirkað Strok-lesarar. Ummæli av Nintendo Switch og Among Us og mangt annað.
Um tú hevur hug at gerast haldari, so fert tú inn á strok.fo. Tað er sera einfalt.
Í ár gjørdist føstulávint í skúlanum eitt sindur øðrvísi, enn tað plagar. Koronatilmælini hava jú ávirkan á, hvussu nógvir næmingar kunnu vera saman. Skipað varð tí fyri ymiskum tiltøkum í flokkunum. Úr rúgvuni av tiltøkum kunnu nevnast limbo dansur, lissukapping, postarenning og so sjálvandi pottasláing.
Í framhaldsdeildini varð skipað fyri sonevndum "Among Us" spæli, har næmingar skulu svara spurningum úr ymsum lærugreinum, samstundis sum drápsmenn ganga og "myrða" luttakarar.
Dagurin endaði við muffins við kakao og føroyskum dansi.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.