Bannari

Vikuætlanir

Happing

Hví vilja vit hava ein happingarfrían skúla? 

Bert á einum happingarfríum skúla ber til at trívast! Vit læra bert, tá vit trívast! Og tá vit trívast er tað gott at vera til!   

Hvat er happing? 

Happing er tá ein ávísur persónur er fyri áhaldandi ágangi. Persónarnir eru ikki líka sterkir.   Tann, sum líður undir hesum ágangi, hevur ilt við at verja seg og er hjálparleysur mótvegis teimum, sum fremja ágangin. 

Mannagongd  

Á okkara skúla hava vit eina mannagongd tá trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast.   Flokslærarin fær fyrstu fráboðanina.  Flokslærarin tosar við teir næmingar og lærarar, sum hava við málið at gera. Leiðslan verður kunnað.  Flokslærarin roynir at loysa málið.  Flokslærarin og leiðslan seta seg í samband við foreldrini.  Leiðslan fer, saman við avvarðandi myndugleikum, víðari við málinum.