Vika 04
Vika 5
Vika 6
Vika 7
Vika 8
Vika 9
Vika 10
Vika 11

Føst boð

Verkætlan verður í viku 6. Framløgan verður mánadagin í viku 7. T.v.s. at tey arbeiða við verkætlanini frá 2. februar, og framløgan verður 9. februar.
Høvuðsevnið í ár er Heilsa. Tað hevði verið ordiliga gott, um tit fingu eitt prát um hetta evnið heima, og hvørjir møguleikar eru at skriva um. 
Næmingarnir skulu boða frá, hvørjum tey eru í bólki við, og hvat evni tey hava valt at skriva um í seinasta lagi 29. januar.


Vit kvøða miðvíst í skúlanum til føstulávint: Hádeild kvøðir í 3. tíma mánadag og 4. tíma fríggjadag.

Í ár fara vit at leggja dent á at læra Ormin langa.
Her hava tit kvæðið: Ormurin.pdf
Her kunnu tit hoyra Týr: ormurin langi - YouTube

Vikuorð: Snekkja og grúgva

Nýtt føroyskt orðaspæl: orðasnar.fo
Tað er skilagott, at tit skifta orð um orðatakið og vikuorðini við hús eisini - serliga, tá vit hava gjøgnumgingið tey í skúlanum. 
Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv orð, ið næmingar ikki skilja, ið teir lesa. Fáið tykkum tískil tann vana at hyggja inn á sprotin.fo, har síggja tit, hvat tey merkja.


Mánadagur
19-01-2026
Lívfrøði
Lesið kap. 4 í Fuglar og fuglafrøði.

Marin Ró, Olivia, Rebekka leggja fram tað, ið tit fyrireikaðu til mikudagin. 

Føroyskt
At gera við hús: Lesið s. 170-172 í Dropum
Venjið til ørindi 5 av Orminum langa.
Í skúlanum: Vit hava um tættir.
Tit møta kl. 8.45 í morgun
Vegna jarðarferð, er skúladagurin liðugur kl. 12.35
Landafrøði
Vi skal læse om Færøerne på Globalis.dk
Týsdagur
20-01-2026
Føroyskt
Tit greiða frá landsliðsleikaranum, ið tit hava skrivað um. (Uml. 2-3 min.)
At hava í huga: Navn, aldur, hvaðani, pláss, lið, landsdystir, hvussu gekst í dystunum um vikuskiftið, annað?
Týskt
Heima: einki 
Í skúlanum: 
- mállæra
Mikudagur
21-01-2026
Søga og samtíð
Lesið væl uppá s. 54-55
Hósdagur
22-01-2026
Søga og samtíð
Lesið væl uppá s. 53-56.
Lesið spurningarnar á s. 56.
Tit skulu duga at svara  teimum spurningunum.
Landafrøði
Vi starter et nyt tema om FNs Verdensmål for Bæredygtig Udvikling.
Fríggjadagur
23-01-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið s. 225-226 í Dropum.
Í skúlanum: Vit hava um orðatøk.
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Tit leggja tykkara pp fram fyri flokkinum. Minnist til at tað eru samkomur í FØROYUM! 
Spurningarnir til uppg. eru inni í Teams