Vika 19
Vika 20
Vika 21
Vika 22
Vika 23
Vika 24
Vika 25
Vika 26

Føst boð

Næmingarnir hava fingið eitt pappír heim við at útfylla í samband við starvsvenjing í 9. flokki.
Sera týdningarmikið at tit lesa pappírið væl og minnist at skriva undir pappírið og lata inn so skjótt sum einaferð til ber.


At hava í huga til 
munnligu royndina í føroyskum:

 Tað hevur alstóran týdning, at næmingarnir seta seg inn í tekstaslagið og hugdýpingarøkið teir hava og eru førir fyri at greiða frá hesum til ta munnligu royndina í føroyskum.

Eisini hevur tað týdning, at teir/tit duga allar tekstirnar í hugdýpingarøkinum, og ikki einans tann, sum tit frásjónargera/samanbera tann ókenda tekstin við. 

Mánadagur
04-05-2026
Enskt
Read p. 100-103 - The Last Expedition of Captain Scott
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða við Synopsu.
Vegna telduavbjóðingar, so verður freistin longd at lata Synopsuna inn.
Hon skal latast inn í seinasta lagi mánadgin 11. mai.
Týsdagur
05-05-2026
Føroyskt
Vit arbeiða við Synopsuni.

Mikudagur
06-05-2026
Enskt
Øll skulu hava gjørt til og við s. 22 í bókini Ensk mállæra.
Ítróttur
Tit, id eiga hondbólt - tak hann vid !!!
Hósdagur
07-05-2026
Søga og samtíð
Lesið s. 95 til brotið á s. 99
Fríggjadagur
08-05-2026
Føroyskt
At gera við hús og í skúlanum: Tað hevur alstóran týdning, at tit seta tykkum væl inn í ókenda tekstin og finna útav, hvat tit ætla at leggja fram, tá tit skulu upp í munnligum. Tí í Synopsuskjalinum, sum tit lata inn mánadagin, skulu tit gera eina framløguætlan, sum tit skulu fylgja til munnligu royndina.(tit skriva í punktir í skjalið) men skrivið tykkum sjálvum viðmerkingar á eitt annað skjal, til tykkum sjálvi, so tit hava tað klárt, tá tit skulu upp í munnligum.
Synopsan skal latast inn í seinasta lagi mánadagin 11. mai.
Eftir arbeiðsgongdina í ár, eru tit nógv betur fyri til í komandi ár, um vit velja at fara upp til roynd í synopsuháttinum tá.
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Vit seta hol á síðsta evnið um Paulus. Ein skaldslig lýsing av kærleikanum og ein málningur eftir Sigruna Gunnarsdóttir: 
Myndin er á s. 46 í kristnibókini. Hvat sært tú? og hvørjar tankar vekir myndin í tær?