Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47

Føst boð

Vit miða eftir at rokna tvær síður í grundbókini hvønn tíma.

Bókstavir.
Í føroyskum eru vit farin í holt við at læra bókstavirnar. So hvørt sum vit læra nýggjar bókstavir hjálpir tað tykkara børnum sera nógv, um tit práta um einstøku bókstavirnar við hús. 
Prátið um:
- Hvussu sær bókstavurin út?
- Hvussu eitur bókstavurin?
- Hvat dugir bókstavurin at siga? 
- Hvørji orð byrja við bókstavinum ella hava bókstavin í sær?
Eisini er tað ein góð venjing at klappa orð og lurta eftir smálutum í orðum - hetta stuðlar upp undir bæði lesing og skriving teirra.

Ítróttur/svimjing (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
  • Genturnar  hava rørslu/ítrótt 4. tíma  mánadag og svimjing 5. tíma týsdag.
  • Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava  rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.
Foreldraráð: Oddvør, Tórunn, Ásvør
Mánadagur
30-09-2024
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Skrivið tølini til og við 5 í skriviheftið. Leggið dentin á, at vit byrja at skriva tølini har uppi og síðani niður. 
Týsdagur
01-10-2024
Støddfrøði
At rokna heima til í dag: 
Tey, sum ikki blivu liðug í grundbókini, rokna s. 32-33 heima.
Mikudagur
02-10-2024
Handaverk og list
Vit hava føroyskt í dag. Hava handaverk og list í morgin.
Føroyskt
Vit arbeiða við B b í ymsu bókunum.

Duga tit nøkur orð við B b í sær?
Er b ljóðið fremst, í miðjuni ella aftast í orðinum? bil og bát, tá er tað fremst o.s.fr.
Støddfrøði
At gera heima til í dag:
Tey, sum hava fingið uppgávubókina heim við, rokna tvær síður til í dag (ikki rokna s. 62-62)
Tey fylgjast ikki í uppgávubókini, so tað verður frá síðuni, sum tey eru komin til. 
Hósdagur
03-10-2024
Handaverk og list
Nú er heystið komið - vit fara út at samla bløð og gera list burturúr teimum.
Annað
Foreldrafundur
í kvøld kl. 17 (sí teldupost)
Vit byrja við fyrilestri: Hvussu stuðla vit børnum okkara í fyrstu lesingini.
Fríggjadagur
04-10-2024
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Tey, sum hava grundbókina heim við, gera s. 36-37. 
Tey, sum hava uppgávubókna heim við, gera tvær síður. 
Tey fylgjast ikki í uppgávubókini, so tað verður frá síðuni, sum tey eru komin til.