4. flokkur verið og flett á Niðristovugarði

20. oktober 2025

Í dag hevur 4. flokkur verið á Niðristovugarðinum á Heygum og flett. Tey fingu góða frágreiðing um týdningin av reinføri tá flett verður, hvat ymsu likamslutirnir eita og hvussu teir starva og at alt kann etast uttan gor og gall. Tey sluppu at spyrja og verða uppi í. Spennandi var at síggja hvussu stór lunguni á seyði eru og um vombin var sum hjá "Loytnantinum", fylt við øllum góðum. Tað var hon ikki. Aftaná var kapping um at gita vektina. Tey gittu milum 32 0g 36 pund, tað vigaði 33 pund. Bismarin, sum framvegis verður brúktur at viga á, er frá 1938. 
Øll fóru glað heim við beinum at fletta.

Deil