Bannari

Google Workspace for Education

Google Workspace for Education er telduskipanin, ið verður brúkt til undirvísing í Vestmanna skúla.

Allir næmingar og lærarar hava atgongd til skipanina, ið vit hava góðar royndir við. Vit byrjaðu at brúka skipanina í 2013.

Nógv kenna til og brúka tænastur frá Google, men sum skúli hava vit serstaka aftalu við veitaran um okkara tænastur, har m. a. hetta er galdandi:

  • Vestmanna skúli er ánari av øllum data.

  • Ongi data mugu viðgerðast ella seljast til triðjapart.

  • Ongar lýsingar eru í okkara kjarnutænastum.

Okkara avtala við Google er góðkend av dátueftirlitinum.

Innritan

Næmingar rita inn í skipanina við sínum skúla-id og so @vestmannaskuli.fo (dømi: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.)

Allir næmingar og lærarar í skúlaverkinum hava eitt skúla-id til eyðkenning. Hetta verður veitt av námi og verður eisini brúkt til aðrar skipanir. 

Skipanin

Google Workspace for Education er ein skipan, ið virkar í skýnum, t.v.s. at øll data og øll viðgerð fer fram á servarum hjá Google. Hetta hevur fleiri fyrimunir, m.a. at data eru altíð atkomulig, uttan mun til hvørja teldu tú brúkar, ella hvar tú ert staddur. Hetta merkir, at um næmingur ikki er liðugur við sítt arbeiði í skúlanum, ber tað væl til at halda fram við arbeiðinum heima.

Classroom

Eitt av meginamboðunum í skipanini er Classroom. Hetta er ein skipan, har næmingar fáa uppgávur, har teir lata uppgávurnar inn og har teir fáa viðmerkingar frá læraranum. Hvør lærugrein hevur sítt flokshøli (classroom).

Chromebooks

Vestmanna skúli letur næmingunum farteldu til láns at brúka í skúlanum. Hesar eru av slagnum Chromebook, ið eru einfaldar farteldur, har alt arbeiðið fer fram á netinum.

Chromebook teldur eru sera væl umtóktar í skúlum, av tí at tær eru so einfaldar, álítandi í rakstri og tryggar at brúka. Harumframt hava tær ein lágan prís, og kunnu vit tí veita hesa tænastu til fleiri næmingar. Í løtuni hava næmingar í 7. til 10. fl. hvør sína farteldu, meðan teir yngru flokkarnir býtast um tvey flokssett. Ætlanin er við tíðini, at veita fleiri næmingum hvør sína teldu. 

 

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.