Skúlin hevur mjolkaskipan, har næmingar kunnu fáa mjólk í samband við matarsteðgin.
Tvær ferðir árliga fáa næmingar seðil, har tey kunnu bíleggja sær skúlamjólk til ávísar dagar.
Skúlamjólk er 250 ml av lættimjólk, ið verður goymd í køliskápi. Røklarnir bera mjólkina í stovuna til matarsteðgin.
Tað er Kirsten Simonsen, ið umsitir skipanina.