Klædnareglur í Vestmanna skúla

Fólkaskúlin er eitt arbeiðspláss, har næmingar og lærarar hittast fyri at mennast og læra. Til tess at tryggja eitt ótarnað arbeiðsumhvørvi, er týdningarmikið, at øll eru hóskandi ílatin. 
Klæðini skulu vera hampilig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buksur, ið sita ov niðarlaga eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar blusur og nalvablusur óhóskandi.  
Fyri at næmingarnir skulu vera væl upplagdir, er ikki loyvt at vera ílatnir húgvu, kepp ella hettu í tímunum, uttan so at tað er vegna medisinskar ella átrúnaðarligar orsøkir. 
Brýtur ein næmingur klædnareglurnar og ikki virðir átalur, setur skúlin seg í samband við heimið. Heldur atburðurin fram, kunnu onnur tiltøk verða sett í verk. 
Vit vóna, at hesar klædnareglurnar tryggja eitt ótarnað og professionelt arbeiðsumhvørvið, har næmingar og lærarar sýna virðing fyri sær sjálvum og floks- og starvsfeløgum.