"Kavin kom í morgun" yrkir Martin Joensen, og í morgun kom fyrsti kavin í ár.
Børnini gleðast um kavan og eru skjót at gera kavamenn í skúlagarðinum og á plenuni.
"Kavin kom í morgun" yrkir Martin Joensen, og í morgun kom fyrsti kavin í ár.
Børnini gleðast um kavan og eru skjót at gera kavamenn í skúlagarðinum og á plenuni.
Komandi hóskvøld tann 19. novembur kl 19, skipar skúlastýrið fyri árliga felags foreldrafundinum.
Fyrst á skránni verður ársætlanin løgd fram og síðani verður fyrilestur við evnininum "Happing". Tað verða Liljan Petersen og Barbara Djurhuus frá Sernámi, sum koma at halda fyrilesturin. Evnið er sera viðkomandi í dagsins samfelag, og í eini bygd sum Vestmanna, tí vóna vit at síggja nógv fólk. Fyrilesturin er fyri foreldur at børnum og starvsfólki í Vestmanna Skúla.
Korona tilmælini verða fylgd.
Vinarliga Skúlastýrið
Nordens Dage eru nú komnir at enda, og okkara næmingar hava hugnað sær við at hitta ungdómar
úr øðrum norðurlondum.
Tey hava verið sera ágrýtin og hugagóð. Hvønn dag hava tey gjørt filmar, loyst uppgávur
og samskift við nýggj norðurlendsk vinfólk.
Bæði lærarar og næmingar eru væl nøgd við tiltakið.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.