Í morgun skipaði næmingaráðið fyri morgunmati í framhaldsdeildini.
Tey borðreiddu við nýbakaðum bollum og einum góðum drekkamunni.
Tey hugnaðu sær óført og lagið var sera gott.
Í morgun skipaði næmingaráðið fyri morgunmati í framhaldsdeildini.
Tey borðreiddu við nýbakaðum bollum og einum góðum drekkamunni.
Tey hugnaðu sær óført og lagið var sera gott.
So hevur 2. flokkur verið á vitjan á Brandstøðini. Har sluppu vit at hoyra, síggja og royna ymiskt - enntá ein biltúr í brandbili.
Ein frálíkur dagur, ið vit seint fara at gloyma.
Sum siður er, varð farið upp á gólv føstulávintsmánadag. Dansurin gekk lystiliga í auluni, har nógvar stuttligar grýlur vóru at síggja, m.a. ein jólamaður, fleiri indianarar, brotsmenn av ymsum slag og eitt so sjáldsamt sum ein høvuðleysur maður.
Aftana dansin fingu bæði grýlur og næmingar saft og spandauarar, og tað kom væl við, sigst.
Í morgin týsdag er frídagur, so í kvøld verða helst nógvar grýlur at síggja í bygdini.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.