Góðu foreldur!
Seinasta fríggjadag boðaði landsstýrismaðurin í Undirvísingarmálum frá, at skúlarnir lata ikki upp aftur fyrr enn 3. páskadag. Komandi tvær vikurnar halda vit tí fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á vikuætlanini hjá einstøku flokkunum.
Heimaundirvísingin hevur við sær, at allar arbeiðsuppgávur skúlans verða gjørdar við hús. Vit vita, at tað er ymiskt, hvussu nógva tíð tit hava at hjálpa børnum tykkara. Summi eru heima, og hava tí betri tíð, meðan onnur mugu til arbeiðis. Eisini er ymiskt, hvussu sjálvstøðugir næmingarnir eru.
Vit fara tó at heita á tykkum um at royna at halda børnunum til. Tað hevur týdning, at børnini hava eitt ávíst arbeiðsreglusemi, hóast skúladagurin er so nógv broyttur. Hava tit trupulleikar við heimasetninginum, kunnu tit seta tykkum í samband við flokslæraran ella læraran í ávísu lærugreinini.
Ynskja børn tykkara at gera meira enn tað, sum stendur á vikuætlanini, so ber til at fara á fjarundirvísing, sum liggur í vinstru síðu á heimasíðuni. Har eru ymiskar uppgávur, sum næmingarnir kunnu gera. Eisini ber til at fara á snar.fo, har er ymiskt viðkomandi tilfar til allar aldursbólkar.
Vit vóna, at hendan trupla tíðin skjótt er av, so vit aftur kunnu hittast í skúlanum til vanliga skúlagongd.
Eg fari vegna skúlan at ynskja tykkum øllum alt tað besta og góðan arbeiðshug.
Blíðar heilsanir
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg
Skúlastjóri, Vestmanna skúli