Uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið 2020 verður týskvøldið 21. oktober 2020 kl. 19.00 í Auluni í Vestmanna Skúla.
Á fundinum verður greitt frá um skúlastýrisarbeiði og um hvørjar reglur eru galdandi á valinum. Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at hava uppstillingarfund og lata inn uppstillingarlistar.
Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 10. november í ár.