Fleiri næmingar hava eftirlýst, um tey kunna bíleggja sær matpakka frá matpakkin.fo. Sambært teirra heimasíðu, so er hann fyribils stongdur.
Vit fylgja við, nær hann opnar aftur og kunna um tað her á síðuni.
Fleiri næmingar hava eftirlýst, um tey kunna bíleggja sær matpakka frá matpakkin.fo. Sambært teirra heimasíðu, so er hann fyribils stongdur.
Vit fylgja við, nær hann opnar aftur og kunna um tað her á síðuni.
Her er ein mynd av fittu næmingunum í 1. flokki og Ragnari í Haraldsstovu, SSP løgreglumanni, ið var komin at læra ungu næmingarnar um ferðslu.
Ferðslufrálæran snýr seg um grundleggjandi viðurskifti í ferðsluni sum t.d. at vera sjónlig í ferðsluni, at fara trygt tvørtur um vegin, trygdarbelti og skelti og ljóskurvar.
Eftir undirvísingina fingu næmingarnir luttøkuprógv :)
Í vár var núverandi 5. flokkur við í kappingini "Ársins Vitanarfróðu", har ið tey kannaðu, hvussu næmingar kunnu gera skúlan grønari. Í dag bleiv almannakunngjørt, at tey hava vunnið kappingina. Vinningurin er ein dagstúrur saman við einum granskara umframt kr. 5000 til eitthvørt hugnaligt tiltak.
Sjónvarpið var við, tá ið Annika Sølvará frá Granskingarráðnum kunngjørdi vinnaran. Tit kunnu lesa meir á gransking.fo, og minnist til at hyggja at sendingini "Sakin" í KVF 18. september.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.