Melin er serflokkatilboð í Vestmanna skúla. Serflokkur er sambært kunngerð til næmingar, sum av ymsum orsøkum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í einum vanligum fólkaskúla.
Sí brot úr kunngerð um serflokk::
Skipan og málbólkur
§ 1. Serflokkar eru undirvísingartilboð í fólkaskúlanum, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul.
Stk. 2. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum.
Stk. 3. Miðað verður eftir, at næmingarnir taka 9. floks prógv ella 9. fl. við støðumetingarskjali kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.
Melin heldur til í gomlu tannlæknahølunum. Tað er pláss fyri seks børnum fulla tíð í Melini.
Í Melini starvast tvey starvsfólk, ein námsfrøðingur og ein lærari.
- Malan Mohr er lærari. Hon hevur eftirútbúgving innan ADHA og autismu. Malan hevur starvast innan serøkið í fleiri ár.
- Anja Haldansen er námsfrøðingur. Anja hevur starvast innan serøkið hjá Vestmanna skúla, áðrenn serskúlatilboðið varð stovnað
Við Melini hevur skúlin fingið skipaði viðurskifti á serøkinum. Hetta eru vit sera glað og takksom fyri.
Melin er staðarnavn í Vestmanna. Melin er rund, lág og valla. Vit síggja Melina frá skúlanum. Fyri okkum ímyndar hon ymiskleika og tolsemi.