Bannari

Vikuætlanir

Skipan

Lesiætlanin fyri Vestmanna Skúla er skipað í 3 høvuðspartar: 

1. partur:  1. - 3. fl. 

2. partur:  a: 4. - 5. fl.   b: 6. - 7. fl. 

3. partur:  8. - 10. fl. 

Skipan av undirvísingini:  

Tímar verða, har tað ber til, lagdir sum modul og miðað verður ímóti, at fáir lærarar eru um hvønn flokkin. Skemalagdur verður ein samstarvstími fyri hvønn flokk, har tað ber til.  Morgunsangur/-andakt er felags, og flokkar skipa upp á skift fyri eitt ávíst tíðarskeið í senn. Dentur verður lagdur á at gera hann til “samlingspunkt”. 

Undirvísingarhættir: 

Hesir verða mest møguligt avgjørdir í samráð við næmingarnar. 

Flokslæraraskipan:  

Við heimild í § 21, stk. 6 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000 verður ásett: 

§ 1. Skúlaleiðarin skal seta ein flokslærara til hvønn flokk í skúlanum. Stk. 2. Í serligum føri kann ein lærari vera flokslærari í meira enn einum flokki. 

§ 2. Ein flokkur skal so vítt gjørligt ikki hava sama flokslærara í longri enn tveir undirvísingarpartar. Stk. 2. Flokkurin skal so vítt gjørligt hava flokslæraran  1) í eini av høvuðslærugreinunum,  2) í minsta lagi 6 tímar um vikuna og  3) í minsta lagi 4 dagar um vikuna. 

§ 3. Flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum. Stk. 2. Flokslærarin er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu og lærarar. Stk. 3. Flokslærarin skal í samráð við leiðsluna skipa samarbeiðið millum skúla og heim. Stk. 4. Flokslærarin skal geva næmingum møguleika at skipa seg í næmingaráði. 

§ 4. Flokslærarin skal í minsta lagi eina ferð um árið, og annars tá skúlaleiðarin biður um tað, kunna leiðsluna um flokkin og einstøku næmingarnar í flokkinum, herundir um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá barninum. Stk. 2. Flokslærarin hevur skyldu at kunna næmingarnar um atferðarreglur skúlans. Flokslærarin kann saman við næmingunum gera serligar atferðarreglur fyri flokkin. Hesar reglur skulu hava støði í atferðarreglum skúlans. Stk. 3. Flokslærarin hevur í samráð við foreldur og lærarar floksins ábyrgdina av skrivliga at boða skúlaleiðsluni frá, um tørvur er á at tilmelda næming, sum hevur tørv á serligum undirvísingarligum ella sernámsfrøðiligum tiltøkum. Hetta kann vera gjørt við tilmeldingarskjali, skrivligari fráboðan ella aðrari av skúlanum ásettari mannagongd. 

§ 5. Flokslærarin skal skipa fyri felags foreldrafundum, har greitt verður frá arbeiðinum í flokkinum, og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Stk. 2. Flokslærarin skal javnan og í minsta lagi 2 ferðir um árið kunna heimini um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá barni teirra.     Stk. 3. Flokslærarin hevur skyldu til at boða foreldrum frá, um hann er varur við, at barn teirra mistrívist ella hevur trupulleikar í skúlanum. 

§ 6. Foreldur ella verjar hava rætt til at biðja flokslæraran um kunning og vegleiðing um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá barni teirra. Stk. 2. Tann einstaki næmingurin hevur rætt til at fáa ráð og vegleiðing um faklig og trivnaðarlig viðurskifti frá flokslæraranum. 

§ 7. Flokslærarin skal í samráð við lærarar floksins og við atliti at undirvísingarætlan skúlans ráðleggja komandi skúlaár. Hann eigur at skipa fyri fundum við lærarar floksins í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Stk. 2. Flokslærarin hevur ábyrgdina av at skipa fyri, at undirvíst verður í teimum kravdu undirvísingarevnunum, sbr. § 11 í fólkaskúlalógini. Stk. 3. Flokslærarin skal saman við skúlavegleiðingini ráðgeva næminginum og foreldrunum, tá næmingurin skal velja lærugreinir ella útbúgving. Stk. 4. Flokslærarin birtir upp undir og skipar toymisfundir og verkætlanararbeiði. Stk. 5. Flokslærarin hevur ábyrgdina av og eigur í samráð við leiðslu og onnur lærarafólk at skipa fyri, tá flokkurin fer útferðir og á setursskúla.  

§ 8. Flokslærarin kann eftir umbøn frá foreldrunum geva næmingi frí í upp til tveir dagar hvørja ferð. 

Frítíðarætlan:

Skúlin fylgir frítíðum og frídøgum í rundskrivum frá Mentamálaráðnum.  Um 1, 2 ella 3 dagar eru fríir at leggja, skulu teir leggjast eftir, sum námsfrøðiliga ráðið tekur avgerð um. 

Tíma- og lærugreinabýtið:

Skúlin fylgir uppskotinum um tíma- og lærugreinabýtið í ársbýttum skúlum 1. - 10. skúlaár. 

Reglur fyri fartelefon og elektronisk spøl:

Í fríkorterunum er loyvt at nýta fartelefon og spæla elektronisk spøl, men hesi mugu ikki verða tendrað í tímunum. Um so er, kann lærarin taka hesi tól frá næminginum, sum fær tey aftur, við at foreldur venda sær til skúlan.

Omanfyri nevndu hentleikar mugu ikki nýtast sum upptøkutól av ljóði og myndum.