Bannari

Vikuætlanir

Námsferðir o.a.

Næmingarnir skulu aftan á lokna skúlagongd hava vitjað í náttúruni rundan um og í Vestmanna.  Nøkur mál eiga at verða sett fyri hvønn undirvísingarpartin.  Seturskúli verður fyriskipaður í 3., 6. og 8. flokki. Ein ávís peningaupphædd skal ásetast til 3., 6. og 8. flokk seturskúla, og kann eisini ásetast til útferðir. Evnisvika/evnisdagar verða skipaðir í tann mun námsfrøðiliga ráðið heldur.  

Á hvørjum árið verður skipað fyri eini jólaviku. Ráðlagt verður í byrjanini av skúlaárinum, nær evnisdagar, evnisvikur og skúlaveitslur verða og hvat innihaldið skal verða. Felags tiltøk í skúlanum skulu inn á heildarætlanina í byrjanini av skúlaárinum.   

Reglugerð fyri námsferðir  § 1       

Seturskúli er undirvísing uttan fyri skúlaøkið/-bygningin, ið næmingar í 3., 6. og 8. fl. skulu luttaka í. Seturskúlatiltøk skulu vera  ein natúrligur partur av undirvísingini í flokkinum.  

§ 2       Loyvt er at krevja kostpengar frá foreldrunum til seturskúlaferðir, uml. 50,00 kr. fyri næmingin um dagin. Til ferðaútreiðslur og innivist rindar skúlin um 140,00 kr. fyri næmingin. Upphæddin, ið er galdandi fyri mai 2005, verður dagførd av námsfrøðiliga ráðnum  

§ 3       Ferða- og uppihaldsútreiðslur læraranna verða rindaðar av skúlanum/kommununi.             Foreldur kunnu í felag savna inn pening at rinda tær útreiðslur, ið skúlin/kommunan ikki sær seg føran at rinda.             Næmingar í flokkinum og foreldur teirra kunnu, møguliga saman við skúlanum, standa fyri felags innsavnan ella á annan hátt í felag fáa til vega tann pening, ið tørvur er á til ferðina/ seturskúlan, ið skúlin/kommunan ikki rindar  

§ 4       Aðrar skúlaferðir/námsferðir eru í høvuðsheitum sjálvkravdar, og kunnu næmingar av enhvørji orsøk ikki vera við á slíkari ferð, skal teimum standa í boði vanlig undirvísing í skúlanum. Endamálið við ferðini má vera í samsvar við fólkaskúlalógina, men undirvísingin á námsferðini má ikki seta teir næmingar, ið velja ikki at fara við á námsferðina, verri fyri í próvtøkuhøpi ella gera, at teir koma at mangla nakað í pensum av teirri orsøk. 

§ 5        Lærarar, ið fara seturskúlaferðir umframt  í 3. 6. og 8. flokki, fara sjálvkravdir. Um talan er um fyrireikaða námsferð, sum er natúrligur partur av undirvísingini av flokkinum, eigur arbeiðið at verða íroknað virksemisætlanina og námsferðin verða fráboðað í seinasta lagi í mai mánað í skúlaárinum fyri. Í serligum førum kann skúlans leiðsla gera undantøk frá hesi reglu.  

§ 6       Um næmingar í Vestmanna í góðari tíð vita, at teir ætla sær uttanlandsferð í framhaldsdeildini, eigur flokkurin/ flokslærarin at venda sær til sama árgang í Kvívík og boða frá hesum.   

§ 7        Mótvegis samtyktu seturskúlunum í 3., 6. og 8. fl., ið eru beinleiðis tengdir at undirvísingini, so kunnu aðrar námsferðir vera sum ískoyti til dagligu undirvísingina. Flokslærarin og ferðaleiðarin fara sjálvkravdir hesar ferðir. Tað kann ikki áleggjast honum/henni at fara hesar ferðir