Bannari

Vikuætlanir

Kreppuætlan

Inngangur

Tilbúgvingarætlanin er ein skipað ætlan í samband við trupulleikar, tá næmingar ella starvsfólk koma í kreppu ella sorg.

Skúlastjórin hevur høvuðsábyrgdina, at tiltøk verða sett í verk, og er skúlastjórin av onkrari orsøk ikki til staðar, hevur varastjórin ábyrgdina.

Her er tilbúgvingarætlanin bert sett upp í høvuðstættum. Alla tilbúgvingarætlanina fært tú í skúlanum.

Tilbúgvingarætlanin fevnir um:

  • tá næmingur er leingi burtur vegna sjúku ella annað

  • tá næmingur doyr

  • tá starvsfólk er álvarsliga sjúkt

  • tá starvsfólk doyr

  • tá vanlukka hendir á skúlanum ella í skúlatíð

  • tá avvarandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða

  • tá avvarandi hjá starvsfólki verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða

  • tá næmingur missir

  • tá starvsfólk missir

  • tá skipað verður fyri minningarhaldi

Stuðulsbólkurin:

  • Stuðulsbólkurin er ætlaður at stuðla, kunna og menna, at lætta um samskifti og at stuðla tí einstaka læraranum. 
  • Stuðulsbólkurin kann skipa fyri fundum, fyrilestrum og evnisdøgum. 
  • Stuðulsbólkurin skal kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina og arbeiði skúlans í hesum sambandi. 
  • Stuðulsbólkurin fylgir upp og eftirmetir tiltøk.