Bannari

Vikuætlanir

Hvat kunnu foreldur vænta av skúlanum?

  • at børnini fyrst og fremst fáa holla undirvísing sambært tí, sum skúlalógin fyriskipar  
  • at skúlin hevur lærarar við hollum kunnleika at undirvísa  at lærarar møta til tíðina og eru væl fyrireikaðir  
  • at lærarar møta børnunum á tí støði, tey eru, og haðani eggja teimum at læra  at børnini verða lærd samanhald, ábyrgd og vinarlag í flokkinum  
  • at lærarar eru fólkaligir og tosa hampuliga við næmingar og felagar  
  • at lærarar geva foreldrunum boð, so tíðliga sum gjørligt, um børnini ikki fylgja nóg væl við í skúlanum, og 
  • at foreldrini fáa at vita, um tey skulu hjálpa børnunum meira við heimaarbeiði  
  • at foreldur fáa boð, so tíðliga sum gjørligt, um barnið órógvar ella er ov friðarligt og einsamalt   

Hvat væntar skúlin av foreldrunum?   

At næmingarnir:  

  • møta rættstundis  
  • hava etið morgunmat og eru væl hvíldir  
  • hava gjørt heimaarbeiði  
  • eru fólkaligir, og tosa hampuliga við lærarar og felagar  ikki órógva í stovuni ella í skúlanum sum heild  
  • hava matpakka við, tá teir eru í skúla í matarsteðginum   

At foreldrini:  

  • hjálpa børnunum við heimaarbeiði  
  • greiða børnunum frá, at skúlin er arbeiðspláss hjá børnunum og hjá lærarunum, og at tað hevur týdning, at tey virða skúla, lærarar, felagar og øll, sum eru í skúlanum  
  • læra børnini samanhald, ábyrgd og vinarlag  
  • boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við einum barni (t.d. sjúka)