Bannari

Vikuætlanir

Grønur skúli

Vestmanna skúli hevur síðan 2003 arbeitt miðvíst móti at gerast ein grønur skúli. 

Hetta er gjørt við fleiri ítøkiligum tiltøkum:

  • at minka um orkunytsluna til upphiting og ravmagn 
  • at hava umhvørvisfyrilit i reingerð og val av vaskievnum 
  • at nýta skiljing av ruski til kompostering, reint pappir og vandamikið rusk 
  • at nýta lágorkuperur at spara um ravmagnsnýtslu 

Alt tiltøk, ið hava beinleiðis samband vid Agenda 21 ætlanina at virka fyri burðardyggari menning. 

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.