Teldupostadressa: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Skúlastýrið ynskir at arbeiða við hesum málum komandi 4 árini:
- Virðisgrundarlag fyri Vestmanna Skúla
- Betri samstarv við Kvívíkar Skúla og skúlastýrið
- Betra um ferðasamband hjá næmingum millum Kvívík og Vestmanna
- Grønur Skúli, víðari ætlanir
- Inniluft og inniumhvørvi
- Betra um arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, skrivara og leiðslu
- Matarsalur
- Framtíðarskúlin á KT økinum
- Skapa umstøður fyri bókasavni sum integreraður partur av miðhøllini
- Framhaldandi eitt tilboð til næmingar at sleppa á seturskúla í 3, 6 og 8. fl. og eggja lærarum at geva næmingum upplivingar uttan fyri skúlan, útiskúla o.a.
- Skúlastýrið ynskir at gera arbeiðið í skúlastýrinum meiri opið og sjónligt.
Vit hugsa at leggja fundarfrágreiðingar á heimasíðu skúlans og hjá kommununi, eins og at øll hava atgongd til eitt yvirlit yvir, nær fundir eru í skúlastýrinum.
Vit ynskja eisini at tað skal verða lætt at koma í samband við skúlastýrið, eins og foreldur skulu gerast meiri forvitin eftir at vita, hvat rørir seg í skúlastýrinum.
Vit eru fyrst og fremst vald í skúlastýrið av foreldrum, og ynskja vit tískil eisini, at tit sum foreldur venda tykkum til okkara um eitthvørt er, sum tit ynskja skal verða viðgjørt í skúlastýrinum.