Teldupostadressa: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Í skúlastýrinum sita:
Skúlastýrið hevur ynski um at arbeiða við hesum málum komandi 4 árini:
-
Virðisgrundarlag fyri Vestmanna Skúla
-
Betri samstarv við Kvívíkar Skúla og skúlastýrið
-
Betra um ferðasamband hjá næmingum millum Kvívík og Vestmanna
-
Grønur Skúli, víðari ætlanir
-
Inniluft og inniumhvørvi
-
Betra um arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, skrivara og leiðslu
-
Matarsalur
-
Framtíðarskúlin á KT økinum
-
Skapa umstøður fyri bókasavni sum integreraður partur av miðhøllini
-
Framhaldandi eitt tilboð til næmingar at sleppa á seturskúla í 3, 6 og 8. fl. og eggja lærarum at geva næmingum upplivingar uttan fyri skúlan, útiskúla o.a.
Skúlastýrið ynskir at gera arbeiðið í skúlastýrinum meiri opið og sjónligt.
Vit hugsa at leggja fundarfrágreiðingar á heimasíðu skúlans og hjá kommununi, eins og at øll hava atgongd til eitt yvirlit yvir, nær fundir eru í skúlastýrinum.
Vit ynskja eisini at tað skal verða lætt at koma í samband við skúlastýrið, eins og foreldur skulu gerast meiri forvitin eftir at vita, hvat rørir seg í skúlastýrinum.
Vit eru fyrst og fremst vald í skúlastýrið av foreldrum, og ynskja vit tískil eisini, at tit sum foreldur venda tykkum til okkara um eitthvørt er, sum tit ynskja skal verða viðgjørt í skúlastýrinum.