Bannari

Námsfrøðingur

Okkum tørvar ein námsfrøðing i tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21.

Les meira...

Væleydnaður móðurmálsdagur

Í dag mánadag 25. mars hevur móðurmálsdagurin verið hildin í Vestmanna skúla.

Í framhaldsdeildini byrjaði dagurin við, at Jonhard Mikkelsen legði fram um V. U. Hammershaimb í sambandi við 200 ára føðingardag hansara.

Síðani fóru  næmingar í bólkar, har arbeitt varð við ymiskum evnum, ið hava við móðurmálið at gera. Plakatir vóru gjørdar og fleiri frálíkar framløgur vóru.

Dagurin endaði við, at Hans Tórgarð framførdi ein leik um V. U. Hammershaimb. 

hammershaimb03

Í miðdeildini høvdu tey vitjan av Steintóri Rasmussen, ið tosaði um at yrkja, og sang hann nakrar av sínum sangum saman við næmingunum.

Eisini arbeiddu tey við yrkingum, ið so hegnisliga vóru festar á eitt træ í auluni:

hammershaimb04hammershaimb05 

KALENDARIN
  
Dagførdur:

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.