Bannari

Vikuætlanir

Fjarundirvísing

Vitja okkara portal til fjarundirvísing.

FJARUNDIRVÍSING

Kunning til barnafamiljur

Góð ráð

Føstulávintshald

Føstulávintshaldið hjá framhaldsdeildini verður hóskvøldið 28. feb. kl. 18.00-21.00
Skrá: 
Vit byrja við at sláa pott. Síðan fara vit til borðs at fáa okkum ein góðan bita. 9. flokkur heldur røðu undir borðhaldinum. Eftir borðhaldið fara vit uppá gólv, har vit kvøða ymiskt, sum vit hava vant í skúlanum. At enda fáa vit ein drekkamunn við føstulávintsbollum, her verða tær bestu grýlurnar kosnar. Vit vóna, at grýlukvøldið verður av tí allar besta. 

Føstulávintshaldið hjá 1. - 7. flokki verður mánadagin 4. mars kl. 9.30 - 11.30
Skrá:  
Vit byrja við at fara uppá gólv, har vit kvøða ymiskt, sum vit hava vant í skúlanum. Eftir tað fáa næmingarnir sunkist og føstulávintsbollar. Næmingar, sum eru grýluklæddir, fáa hvør sína sleikisneis. 
Vit ynskja øllum ein góðan grýludag.

Týsdagin 5. mars er frídagur hjá Vestmanna skúla

Blíðar heilsanir
Leiðslan

Skúlatilboðið Melin

Søkt verður eftir einum lærara og einum námsfrøðingi.

Les meira...

KALENDARIN
  
Dagførdur:

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.