Bannari

Námsfrøðiligur stuðul

Vestmanna skúli søkir eftir námsfrøðiligum stuðli til næmingar við serligum tørvi:

  • Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018-2019. Starvið er 1056 árstímar (lønarbrot 0,58), 26 klokkutímar um vikuna

Lønt eftir sáttmála millum Føroya  Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða  løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 4. sep, kl. 12.00. 

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til skúlastjóran á tlf. 230100, ella við at senda teldupost til: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..

KALENDARIN
  
Dagførdur:

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.